* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Viking.

Maersk Drilling fingið longt sáttmála í Meksiko-flógvanum

Amerikanska oljufelagið ExxonMobil hevur longt sáttmálan við Maersk Drilling um djúphavs boriskipið Maersk Viking. Virðið av sáttmálaleingjanini verður mett til 22,5 miljónir USD. Sáttmálin varir í 150 dagar.

Maersk Viking hevur arbeitt fyri ExxonMobil á Julia-økinum í amerikanska Meksiko-flógvanum, síðani skipið varð latið av Samsung Heavy Industries skipasmiðjuni í 2014. Upprunaligi sáttmálin skuldi verið endaður í juli í ár. Við leingjanini verður Maersk Viking nú í arbeiði hjá ExxonMobil inntil desember 2017.

”Dagsleigugjaldið er nógv lægri enn í upprunaliga sáttmálanum, og hetta avspeglar núverandi marknaðarstøðuna. Maersk Drilling hevur tó lækkað útreiðslurnar munandi í øllum flotanum seinastu árini, so vit kunnu virka líka effektivt við longda sáttmálanum. Fyrsta raðfesting okkara er at skapa virði fyri okkara kundar og virksemi teirra, og vit fara at arbeiða tætt saman við teimum um at veita tryggar og effektivar tænastur”, sigur Michael Reimer Mortensen, varastjóri og leiðari fyri Global Sales í Maersk Drilling.

Kelda: Maersk Drilling