* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Drilling fingið nýtt framkomið boriskip

Maersk Valiant varð latin eigarunum mikudagin. Skipið er bygt á Samsung Heavy Industries (SHI)-skipasmiðjuni í Suðurkorea.

Maersk Valiant er nú á veg til Meksikanska Flógvan umvegis Singapore, har skipið næstu tvey árini skal bora eftir olju fyri ConocoPhillips og Marathon Oil Corporation.


Tað skrivarr Maersk Drilling í sínum seinasta tíðindaskrivi.

Maersk Valiant er annað skipið í røðini av fýra ultra-djúpvatns boriskipum í flotanum hjá Maersk Drilling. Tey fýra boriskipini umboða eina samlaða íløgu upp á 2,6 mia USD og verða latin av SHI-skipasmiðjuni í 2014.

Maersk Drilling hevur virkað í Meksikanska Flógvanum síðani 2009 við Maersk Developer. Við Maersk Viking og Maersk Valiant í Mekskikanska Flógvanum er Maersk Drilling millum mest týðandi aktørarnar innan djúphavsvirksemi. 


Kelda: Maersk Drilling