* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Oljupallurin, Maersk Drilling.

Maersk Drilling ger milliónasáttmála við Aker BP

Maersk Drilling hevur tryggjað sær ein sáttmála uppá 18,5 milliónir krónur við Aker BP. Tað upplýsir Maersk Drilling í einum tíðindaskrivi sambært Søfart.

 

Maersk Integrator, ið so skjótt sum núverandi arbeiði er liðugt, verður fluttur til Tambar-leiðina út fyri norsku strondini, har hann skal bora fyri Aker. Arbeiðið byrjar vænatandi í februar 2021, og fer at taka einar 73 dagar.

 

Hetta er nýggjasti sáttmáli í samstarvinum, sum tey bæði feløgini byrjaðu í 2017.

 

Í løtuni verða ymsar uppstigingar gjørdar á Maersk Integrator, sum skulu broyta oljupallin til ein “grønari” pall.

 

Kelda: Søfart