* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein av serútgjørdu boripallunum hjá Maersk Drilling, Maersk Interprid, sum arbeiðir fyri norska Equinor.

Maersk Drilling longir sáttmála við Equinor

Borifelagið, Maersk Drilling, hevur longt ein sáttmála við Equinor, sum ber í sær, at norska oljufelagið longir verandi sáttmála á “jack-up” pallinum, Maersk Intrepid, við 11 mánaðum aftrat. Nýggi sáttmálin hevur virði uppá 100 milliónir dollarar – ella umleið 680 milliónir krónur.

 

Í Sáttmálaleingingini ein forrættur ella opsjón uppá 120 dagar.

 

Maersk Intrepid arbeiðir í løtuni fyri Equinor á Martin Linge-oljuleiðini, og tað er á hesi leiðini, at danski pallurin skal halda fram at arbeiða, tá verandi sáttmálin við Equinor gongur út í september.

 

Maersk Interprid er ein CJ70 jack-up-pallur, sniðgivin at arbeiða undir óvanliga krevjandi umstøðum í Norðsjónum. Maersk Drilling fekk pallin í 2014, og síðani hevur hann arbeitt á norska landgrunninum.

 

Maersk Drilling hevur ein flota uppá 22 pallar, og felagið hevur serútbúgvið seg at loysa uppgávur undir óvanliga krevjandi viðurskiftum og á djúpum vatni.

 

Kelda: Maersk Drilling