* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Drilling og Maersk Supply Service stovna nýtt frálandsfelag

Hesi bæði feløgini, sum annars standa til sølu, hava nú gjørt eitt nýtt felag. Tey vilja hava part í milliardamarknaðinum fyri upprudding eftir gamlar oljuleitingar. Tey skulu millum annað burturbeina gamlar oljupallar.

- Tørvurin er vaksandi, og tí verður leitað eftir feløgum at gera hetta arbeiðið, sigur Jørn Madsen, stjóri í Maersk Drilling, í einari fráboðan sambært ShippingWatch.

Bæði Maersk Drilling og Maersk Supply Service hava staðið til sølu, síðan tey vórðu slitin sundur, tá Maersk Oil varð selt til Total og Maersk Tankers varð selt til APM Holding.


Komandi árini skulu fleiri av eldru oljuleitingarøkjunum avviklast og ruddast, og tá skulu oljupallar beinast burtur. Bara í Norðsjónum verður roknað við, at 400 leitiøki skulu ruddast komandi árini – ella hesumegin 2026.


Sambært teimum báðum feløgunum fer hetta at kosta einar 56 milliardir dollarar.


Kelda: ShippingWatch