* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mærsk er ikki longur heimsins størsta bingjureiðarí.

Minni enn eitt einstakt bingjuskip er Mærsk nú frá at vera heimsins størsta bingjureiðarí.

 

Mærsk hevur leingi kunnað sólað sær í oddinum yvir heimsins størstu bingjureiðarí. Men nú hevur verið kongsskifti.

 

Sambært Alphaliner, sum fylgir menningini í shippingvinnuni væl, er Mærsk farið frá fyrstaplássinum til annaðpláss sum heimsins størsta reiðarí.

 

Nýggja reiðaríið á fyrstaplássinum er, ikki óvæntað, MSC (Mediterranean Shipping Company), sum hevur røtur í Sveis og Italia.

 

Munurin millum tey bæði risastóru reiðaríini er ógvuliga lítil. Tað er minni enn eitt einstakt bingjuskip, sum beint nú er munurin á flotanum hjá teimum báðum reiðaríunum.

 

Uppgerðin hjá Alphaliner sigur okkum, hvussu stóran flota einstøku reiðaríini hava, og tá eru bæði egin skip og leiguskip roknaði við.

 

Kelda: Søfart