
So við og við er Maersk við at menna seg til eina av størstu kt-fyritøkunum í Danmark við meira enn 6.000 verkfrøðingum innan ritbúnað (software), edv-serfrøðingum og øðrum kt-fólkum kring um í heiminum.
Berlingske skrivar, at stóra danska bingjureiðaríið er í einari søguligari tíð í hesum døgum, nú felagið broytist frá einum “konglomerati” til eitt fullfíggjað flutnings- og logistikkfelag, sum samstundis skal talgilda felagið.
Eitt dømi um tað er maersk.com, sum í 2020 fekk millum 20 og 25 prosent brúkarar meira, og fartelefon-appin hjá Maersk hevði eina framgongd upp á 275 prosent.
- Tað er púra greitt, at Maersk er við at gerast ein kt-fyritøka. Tað skulu vit vera í næstan sama mun sum ein logistikkfyritøka ella reiðarí. Vit hava longu 500 verkfrøðingar í Keypmannahavn, og vit fara at seta nógvar í starv aftrat, sigur Navneet Kapoor, kunningarstjóri hjá Maersk, við Berlingske.
Longu nú starvast 6.000 verkfrøðingar innan ritbúna hjá felagnum, og edv-serfrøðingar og onnur kt-fólk kring um í heiminum. Haraftrat hevur Maersk sókt heftir 500 kt-fólkum aftrat.
Kelda: Shippingwatch / Berlingske