* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnin í Jeddah í Saudiarabia.

Maersk fær egið rakstrarloyvi í Saudiarabia

Eftir at hava siglt uppá Saudiarabia í meira enn 60 ár, hava havnarmyndugleikarnir í landinum givið Maersk egið rakstrarloyvi. Higartil hevur Maersk rikið virksemi sítt í Saudiarabia umvegis umboðsstovuna, Mercantile Shipping Agencies Limited.

Loyvið gevur Maersk rætt at virka í øllum havnum í landinum, og Maersk er bara fjórða fyritøkan í heiminum, sum hevur fingið eitt slíkt loyvi í Saudiarabia. Hinar fyritøkurnar eru Barwill, Hapag-Lloyd og MSC.

- Vit hava givið Maersk loyvi at arbeiða í øllum níggju havnunum í landinum. Tað prógvar eitt sínámillum álit, meðan rúgvan av bingjum bara økist, og meðan Saudiarabia víðkar infrakervið, sigur Saad Abdul Aziz Al-Khalb, sum er formaður fyri havnarmyndugleikarnar í Saudiarabia, við Arabian Business.

Bara fyrsta fjórðing í ár er mongdin av bingjum til Saudirabia vaksin við 9 prosentum sæð í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Maersk siglur í løtuni upp á havnirnar í Jeddah, King Abdullah, Dammam og Jubail.

 

Kelda: Maritime Danmark