* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sum eina roynd á havinum fer A.P. Møller-Mærsk næsta ár at royna luftbløðrur undir einum bingjuskipi. Endamálið er at minka um sjógvmótstøðuna.

 

Tá ið skipið silgir á einum bløðru-teppi, sum verður blást út í einum jøvnum streymi undir skrokkimum, sparir tað brennievni og sostatt minkar CO2-útlátið.

 

Tað er svenska fyritøkan, Wärtsila, sum boðar frá hesum í einum tíðindaskrivi. Svenska fyritøkan upplýsir eisini, at bretska virkið, Silverstream Technoligies, skal gera skipanina.

 

Wärtsila skal seta skipanina í bingjuskipið, og sum skilst bílegði Mærsk skipanina í mai í ár.

 

Í farna mánaði skrivaði Søfart, at Silverstream hevur fingið bíleggingar upp á 30 skipanir til nýbygningar frá Mærsk-kappingarneytanum, Mediterranean Shipping (MSC).

 

Kelda: Søfart