* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av stóru bingjuskipunum hjá Maersk, Emma Maersk.

Eftir eina greining av A.P. Møller – Maersk, har Goldman Sachs í farnu viku væntar hækkað partabrævavirði, gevur kreditmetingarstovnurin, Moody’s, nú Maersk rós og broytir útlitini hjá felagnum frá at vera “neilig” til “jalig”.

 

Tá koronukreppan av álvara byrjaði í mars, varð roknað við, at afturgongdin og eftirspurningurin eisini fór at raka stóru bingjureiðaríini hart. Tað var grundin til, at Moody’s í apríl lækkaði útlitini hjá Maersk frá at vera “støðug” til “neilig”.

 

Men soleiðis gekk tað ikki. Tað eydnaðist bingjureiðaríunum at passa flotan til nógv minni eftirspurning við tí úrsliti, at farmagjøldini hækkaðu. Saman við lægri bunkaraprísum hevur tað ført til góð ársfjórðingsúrslit hjá bingjureiðaríunum, ikki minst hjá Maersk.

 

“Soleiðis sum ídnaðurin uppførir seg í løtuni – saman við lágum bunkaraprísum og lutfalsliga høgum farmaprísum og nógvum góðsi í 3. ársfjórðingi, trýr Moody’s, at seinna hálvár verður uppaftur betri,” skrivar Moody’s millum annað í grundgevingini fyri betri útlitum hjá A.P. Møller – Maersk.

 

Kelda: Maritimedanmark / Moody’s