* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Amerikanska løgmálaráðið hevur fríkent Mærsk fyri kartellvirksemi.

Mærsk fríkent fyri kartellvirksemi

Ein kanning, sum amerikanska løgmálaráðið hevur gjørt av fleiri reiðaríum, er Mærsk fríkent fyri at hava verið við í ólógligari áseting av prísum á bingjufarmi.

 

Tað skrivar Ritzau Finans sambært Søfart.

 

Sambært donsku tíðindastovuni boðar Mærsk frá, at felagið er nøgt við niðurstøðuna, og felagið fegnast eisini um, at kanningin nú er liðug. Mærsk boðar frá, at felagið er sinnað at samstarva við amerikanska løgmálaráðið eina aðru ferð, um tað skuldi havt áhuga.

 

Reiðaríini, sum vóru nevnd í kanningini, vórðu stevnd í mars 2017 á einum fundi í sonevnda Box Club, har toppleiðarar frá einari røði av bingjureiðaríum hittast tvær ferðir um árið. Við á fundunum eru amerikansku kappingarmyndugleikarnir.

 

Kelda: Søfart