* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk ger avtalur um fleiri skip

Samstundis sum Maersk Tankers hevur gjørt avtalu við BP um ellivu skip, hevur Maersk Suply Service gjørt sáttmála um sleipibátar og akkersskip til verkætlan í Norðsjónum.

 

Maersk Supply Service hevur fingið ein størri sáttmála í Norðsjónum, har felagið skal lata sleipibátar og akkersskip til verkætlanarstýring.

 

Sáttmálin fevnir um seks skip frá Maersk Supply Service, sigur felagið í einari fráboðan hósdagin.

 

Maersk Supply Servie var ein partur av virkseminum, sum A.P. Møller-Mærsk í fyrsta umfari royndu at skilja sundur í sambandi við ætlanina um eitt stórt flutnings- og logistikksamtak uttan oljuvirksemi.

 

Og Maersk Tankers veksur nú um sín flota við 11 skipum sum lið í avtalu við shippingdeildina hjá BP. Reiðaríið hevur nú nærum 200 skip.

 

Kelda: Shippingwatch