* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk góða inntøka av at sigla matvøruhjálp

Serligar amerikanskar reglur krevja, at minst helvtin av amerikonsku matvøruhjálpini skal flytast á amerikanskt skrásettum kjøli. Og tað kemur væl við hjá dótturfelagnum hjá A.P. Møller - Maersk, Maersk Inc., skrivar Jyllands-Posten.

USA er við sínum 2 mia. kr. um árið heimsins størsti stuðul av neyðhjálp til heimsins fátækastu. Í einum fýraára skeiði frá 2011 til 2014 komu útreiðslurnar til flutning av matvørum í “Food for Peace” upp í 114 mió. dollarar um árið.

Maersk Inc. situr við sínum flota av amerikanskt skrásettum skipum á umleið 20 prosentum av flutninginum av matvøruhjálpini, skrivar Jyllands-Posten.

Og tað hevði við sær í 2016 eitt samlað gjald frá amerikanska statinum til Maersk Inc. upp á 300 mió. dollarar.

Men nú finnast sambært blaðnum politikarar og neyðhjálparfelagsskapir at hesum reglunum, sum bera í sær, at minst helvtin av neyðhjálpini skal flytast við amerikanskt skrásettum skipum, tí amerikonsk sjófólk eru ov dýr.

»Tað eru nakrir serligir faktorar, sum ávirka prís og vinning hjá matvøruhjálparflutninginum hjá USAID. Teir umfata eyka logistikktænastur og krøv, sum ikki eru partur av standardtilboðunum hjá Maersk Line til kundar,« skrivar William Sagin, stjóri við ábyrgd fyri planlegging av farmi frá amerikonsku stjórnini hjá Maersk Line í USA, í skrivligum svari til Jyllands-Posten.

Harumframt koma eykaútreiðslur til at lúka amerikanskar reguleringar, sum Maersk hevur sett uml. 100 fólk at halda skil á.

Kelda: Jyllands-Posten