* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 
Marit Vardal í miðjuni saman við leiðsluni í YSI og vinnaranum í fjør høgrumegin.

Maersk heiðrað fyri upplæring av ungum

A.P. Møller - Maersk fekk í gjár virðislønina “Young Corporation Award 2017” fyri arbeiðið hjá fyritøkuni at læra upp ung í maritima ídnaðinum. Young Ship stovnsetti virðislønina í 2012 til tess at heiðra teir arbeiðsgevarar, ið geva teimum ungu mest ans.

Stjórin hjá Maersk Norge AS, Marit Vardal, tók vegna A.P. Møller - Maersk ímóti virðislønini á ShipCon ráðstevnuni í Bergen.

“Í Maersk halda vit, at talent er alfevnt og óheft av kyni, húðaliti, mentan, aldri ella kynsligari orientering, og vit hava skyldu til at geva hvørjum meðarbeiðara møguleika at gera mun frá byrjan og fara so langt, sum talentið og hugurin tekur tey. At hava ein inkluderandi hugsunarhátt er lykilin til fult út at kunna gagnnýta alheims talenthópin,” segði Marit Vardal m.a. takkarrøðu síni.

Virðislønin varð handað av vinnaranum í fjør, DNV GL, Frode Eriksen.

YoungShip International (YSI) er ein non-profit felagsskapur, ið byrjaði í Norra í 2004, fyri ungfólk í alheims maritima ídnaðinum. Felagsskapurin hevur í dag meira enn 2.500 limir úr mongum londum kring heimin.

Kelda: YoungShip