* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk: Herdar reglur fyri vandamikið góðs

Í kjalarvørrinum á ógvisliga eldsbrunanum á Maersk Honam, sum kravdi fimm mannalív, mælir Maersk nú til herdar reglur fyri flutningi av vandamiklum góðsi. Maersk fer undir øllum umstøðum sjálvt at herða sínar egnu reglur.

Maersk Line veit framvegis ikki ítøkiligu orsøkina til ógvisliga eldsbrunaan á Maersk Honam, men heldur longu nú, at tørvur er á at herða reglurnar fyri flutningi av vandamiklum góðsi.

“Uttan at kenna eldsorsøkina haldi eg longu, vit kunnu siga, at ongin ivi er um, at samansetingin og nøgdin av vandamiklum góðsi, sum vit høvdu í lastarúminum, har eldurin kyknaði, hevur meðvirkað til, at hann gjørdist so ógvisligur og ómøguligur at fáa tamarhald á. Harvið er niðurstøða okkara, at neyðugt er við herðingum til tess at fyribyrgja tílíkum í framtíðini. So tað fara vit púra vist at gera,” sigur Palle Laursen, tekniski leiðarin og stjórin fyri Fleet Management & Technology í Maersk Line, við Søfart.

Maersk Line hevur longu tikið fyrstu stigini við ikki at seta vandamikið góðs nærindis apteringini á skipunum ella maskinrúminum.

Maersk Line hevur biðið Lloyd´s Register og American Bureau of Shipping um at vera við í tilgongdini eftir eldsbrunan og ætlar at kunna allan ídnaðin um royndir sínar av eldsbrunanum, so sleppast kann undan líknandi óhappum í framtíðini, upplýsir reiðaríið.

Ein av trupulleikunum, Maersk Line ætlar at fáa bilbugt við, er feildeklarerað last ella last, sum tilvitað verður deklarerað skeivt.

Maersk Honam verður í løtuni sleipað til Jebel Ali í Sameindu Arabisku Emiratunum. Maersk Line hevur áður upplýst, at innrættingin av skipinum hevur forðað eldinum at breiða seg til aftasta partin av skipinum. Tí verður roknað við, at skipið kann umvælast og setast í sigling aftur.

Kelda: soefart.dk