* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mærsk hevði 18 milliardir dollarar í avlopi í 2021

A.P. Møller – Mærsk hevði eitt metavlop upp á 18 milliardir dollarar eftir skatt í 2021. Í 2020 var avlopið hjá Mærsk 2,9 milliardir dollarar. Umsetningurin vaks úr 39,7 milliardum dollarum í 2020 upp í 61,8 milliardir dollarar í 2021. Mærsk væntar eitt líka stórt avlop í 2022.

 

“Heilt serligar marknaðartreytir førdu til metstóran vøkstur og vinning hjá A.P. Møller – Mærsk, men eisini til fløskuhálsar og órógv í alheims veitingarliðunum og samstundis stórar avbjóðingar fyri kundar okkara,” sigur Søren Skou, forstjóri í A.P. Møller – Mærsk.

 

“Tískil gjørdu vit stórar íløgur fyri at minka um trupulleikarnar millum annað við at vaksa flota okkara, effektivisera arbeiðið á ymisku farstøðunum hjá okkum og við at útbyggja logistikkin. Hesar broytigar halda vit nú fast við, tí verandi støða á marknaðinum sær út at halda fram inn í 2. ársfjórðing. Samstundis er samstarvið við kundar okkara broytt frá fyrr at snúgva seg um einstakar og stuttar avtalur til nú at snúgva seg um longri samstørv og loysnir, sum breiða seg yvir alt veitingarliðið,” sigur Søren Skou.

 

Mærsk leiðslan mælir eftir góða úrslitið til, at íleggjararnir fáa útgoldið eitt metstórt vinningsbýti upp á 47 milliardir krónur fyri roknskaparárið 2021.

 

Kelda: Maritimedanmark