* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk hevur fíggjað meira enn 100 kundar í India

Maersk Trade Finance, sum bjóðar útflutningsfígging til kundar, fer at økja útlánini í India við 200 mió. dollarum næsta ár.

Maersk er farið upp um 100 kundar í India við sínum lánsvirksemi í Maersk Trade Finance, sum varð sett á stovn í 2015-2016 við tí endamáli at bjóða útflutningskundum fígging.

Tað skrivar India Times.

India varð valt sum fyrsta landið, tá Maersk sum eina roynd fór undir at veita útflutningsfígging. Og sambært Vipul Sardana, stjóra í Trade Finance, eru ætlanir um at fíggja kundar í India við 200 mió. dollarum aftrat næstu 12 mánaðirnar.

"Atgongd til fígging er ein av størstu forðingunum í alheims handli. Hetta vísir seg at vera alt ov torgreitt. Royndir okkara hava víst, at vit kunnu gera mun mótvegis kundum okkara," sigur Vipul Sardana.

Maersk Trade Finance bjóðar í dag útflutningsfígging til kundar í Singapore, Hollandi, Spania, ávísum amerikonskum statum og í Sameindu Arabisku Emiratunum.

Verkætlanin við kundafígging hevur koyrt á royndarstigi síðani 2015, og reiðaríið hevði í november í ár fíggjað kundar, sum eru útvaldir, tí reiðaríið kennir teir serliga væl, við umleið 150 mió. dollarum.

Kelda: shippingwatch.dk