* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk hjálpir í bardaganum móti ebola

APM Terminals Liberia og Maersk Line hava givið liberisku stjórnini 50 tjøld fyri at skapa grundarlag fyri einum nýggjum ebola-viðgerðardepli í Monrovia í Liberia. Ebola-farsóttin í Liberia hevur havt við sær stóran tørv á seingjum og hentleikum, og nógvir sjúklingar verða sendir heim av sjúkrahúsunum.

Maersk hjælper i kampen mod ebola

”Vit ætla at halda fram við útvega lutir og annað til henda depilin fyri at gera hann virkisføran skjótast gjørligt. Tíðin hevur avgerandi týdning her”, sigur verkætlanarleiðarin fyri APM Terminals Liberia, Elizabeth Ocquaye.

Liberisku myndugleikarnir raðfesta upplatingina av nýggja ebola viðgerðarstaðnum høgt. Tjøldini hava til endamáls at steðga spjaðingini av virusinum og eru útgjørd við eini innvortis bjálving til tess at forða kropsvætu í at verða flutt frá einum persóni til annan. 

”Viðgerðarheimið er sniðgjørt til at geva øllum fólkum ein møguleika at yvirliva umframt at steðga spjaðingini av sjúkuni”, sigur Brian Fuggle, stjóri í APM Terminals Liberia.

Hvørt tjaldið hevur pláss fyri tveimum sjúklingum og hevur eina hurð í hvørjum enda, so medisinska starvsfólkið kann koma inn gjøgnum annan endan, kanna fyrra sjúklingin og síðani tann seinna, áðrenn farið verður út aftur úr tjaldinum gjøgnum hina útgongdina.

Kelda: Port Technolog