* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Honam, sum varð rakt av herviligum eldi í fjør, er júst farið av bakkastokki eftir stórar umvælingar við nýggja navninum \"Maersk Halifax\".

Maersk Honam komið afturíaftur sum Maersk Halifax

Eftir eina risastóra umvæling og endurbygging er fyrrverandi bingjuskipið, Maersk Honam, farið av bakkastokki sum Maersk Halifax.

 

Eldur herjaði umborð á Maersk Honam í mars mánaði í fjør, og 5 av manningini, ið taldi 23, lótu lív. Ikki fyrr enn tríggjar mánaðir seinni varð skipið sleipað til bryggju í Jebel Ali.

 

Stórir partar av 353 metrar langa skipinum, millum annað apteringin, vórðu oyðilagdir. Í februar mánaði var “fríski” parturin av skipinum, eitt 228,5 metrar langt stykki frá miðjuni og aftur í reyv, flutt til endurbyggingar hjá Hyundai Heavy Industries Shipyard í Suðurkorea.

 

Her er tað sett saman aftur við fremsta partinum av skipinum, ímeðan oyðilagdi parturin verður høgdur upp í Dubai.

 

Mærsk yvirtók skipið 1. august, og tað fór í sigling í gjár. Skipið er eitt av 11 Mærsk-skipum í H-flokkinum, sum taka 15.226 TEU og sigla á farleiðum millum Asia og Miðjarðarhavið.

 

Kelda: Søfart