* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Honan endar helst í Jebel Ali

Brunarakta Maersk Honam verður sleipað til Jebel Ali í Sameindu Arabisku Emiratunum. Sambært 2M-partnaranum, MSC, hevur Maersk Line boðað frá, at lastin verður lossað í Dubai. Ikki er greitt, nær skipið kemur hagar. Tað kann taka upp til tvær vikur, áðrenn Maersk Honan verður í Jebel Ali.

”Sum skilst er stórur partur av lastini har afturi í skipinum í góðum standi. Tíverri noyðast vit við grundarlagi í upplýsingunum higartil eisini at rokna við, at flestu bingjurnar frammanfyri yvirbygningin eru skaddar av eldi, hita ella vatninum, sum er brúkt til at basa eldinum”, sigur MSC.

MSC leggur dent á, at ein neyv meting av skaðunum á bingjum og góðsi verður løgd fram, tá bingjurnar eru lossaðar og kannaðar.

Nevnt hevur verið áður, at havnirnar í Mumbai í India ella Salalah í Oman vóru millum møguleikarnar, har tað framvegis brennandi skipið kundi søkja neyðhavn, tá eldurin er sløktur.

Kelda: TradeWinds