* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk kann missa plássið sum nummar 1

Nú, MSC hevur bílagt fimm nýggj risastór bingjuskip uppá 23.000 teu, kann reiðaríið yvirtaka fyrstaplássið hjá Maersk sum heimsins størsta bingjureiðarí, áðrenn tvey ár eru farin. Við seinastu bíleggingunum hevur MSC 305.352 teu í ordrabókini, skirvar Alphaliner.

 

Higartil hevur Maersk víst aftur at vaksa um sín kapasitet, men vil liggja um 4 milliónir teu “tí tað hjálpir okkum at reka felagið fult og heilt og samstundis minka eindarkostnaðin,” segði Søren Skou í sambandi við roknskapin fyri 2. ársfjórðing í ár.

 

Samlaði kapasiteturin hjá Maersk – við bíleggingum uppá 45.000 teu, liggur í løtuni um 4,2 milliónir teu, og tí fer reiðaríið framvegis at liggja á fyrstaplássi.

 

Men tað ger Maersk bara av teirri grund, at nógv skip hjá reiðarínum eru á skipasmiðju at fáa sett skrubbarar í, og ímeðan hevur felagið kjartrað fleiri onnur skip. Og tað er við hesum kjartraðu skipunum, at Maersk framvegis liggur frems.

 

Men tað verður ivaleyst ikki so leingi, skrivar alphaliner.

 

Kelda: Alphaliner