
Maersk keypir møguliga tíggju feeder-skip
Maersk er í løtuni í samráðingum við eina
kinesiska skipasmiðju um at keypa fimm feeder-skip. Møguliga avtalan fer at
bera í sær ein forkeypsrætt upp á fimm feeder-skip aftrat.
Tað er Wall
Street Journal, sum hevur tíðindini sambært Shippingwatch.
Keldur upplýsa
fyri blaðnum, at Maersk Line í løtuni leitar eftir fimm skipum við
forkeypsrætti upp á fimm skip aftrat, sum fara at kosta 25 mió. dollarar hvørt.
Sambært blaðnum verður handilin gjøgnumførdur í januar 2019.
Tað var miðilin TradeWinds, sum í farnu viku visti at
siga, at Maersk samráddist við kinesisku skipasmiðjuna um fimm skip, men nú
veit Wall Street Journal altso at
siga, at talan ivaleyst verður um fimm skip aftrat.
Wall Street Journal skrivar, at prísurin á feeder-skipum, sum ferma
farm til og frá stórum skipum, sum t.d. ikki sleppa at bryggju, er hækkaður
seinastu tvey árini.
Kelda:
Shippingwatch/Wall Street Journal og TradeWinds