* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sine Maersk verður upphøgd í Turkalandi.

Maersk koyrir higartil størsta skipið til upphøggingar

22 ára gamla post-panamax-skipið, Sine Maersk, verður størsta bingjuskipið, sum Maersk higartil hevur sent til upphøggingar. Tað 9.600 teu stóra skipið verður høgt upp á umhvørvisvinarligu Sok Denizcilic-skipasmiðjuni í Turkalandi, váttar Maersk.

 

Maersk hevur fyrr nýtt hesa somu skipasmiðjuna. Tað var, tá reiðaríið í 2017 upphøgdi 2.890 teu stóra, Maersk Pembroke, sum varð smíðað í 1998.

 

Sine Maersk er eitt tað fyrsta skipið í 25-røðini av bingjuskipum, sum vórðu smíðað á Lindø-skipasmiðjuni í Odense millum 1997 og 2004.

 

Sambært Alphaliner varð Sine Maersk tikið út regluligari sigling í juni, og skipið kom til Turkalands úr Oman gjøgnum Suez-veitina. Felagið væntar, at Maersk fær 100 dollarar minni fyri tonsið fyri skipið í Turkalandi enn í India orsakað av umhvørvisdyggu upphøggingini á Sok Denizcilic.

 

Kelda: TradeWinds og Maritime Danmark