* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av stóru bingjuskipunum hjá Mærsk Line er Emma Mærsk, sum vestmenningurin, Marius í Garðastovu, er skipari á.

Mærsk Line aftur nummar eitt á álítandilistanum

Mærsk Line fekk eitt comeback í mai mánaði, tá reiðaríið aftur gjørdist nummar 1 á Seaintelligence Maritimes-listanum yvir heimsins mest álítandi bingjureiðarí.

 

Tað eru meira enn trý ár síðani, at Mærsk Line seinast var ovast á listanum yvir mest álítandi bingjureiðarí – ella rættari 40 mánaðir síðani.

 

Í uppgerðini fyri alt 2017 noyddist Mærsk Line at finna seg í at liggja sum nummar 10 á listanum. Grundin var tann, at skipini hjá reiðarínum bara fóru og komu til tíðina í 76,6 prosent av førunum. Tað var samstundis vánaligasta plássið, Mærsk Line nakrantíð hevur havt á listanum.

 

Tað eru nógvu nýggju samtøkini á bingjuøkinum, ið fáa skuldina fyri vánaliga úrslitið hjá fleiri av reiðaríunum á listanum.

 

Sum heild eru reiðaríini framvegis lægri á listanum enn vanligt, og álítandi-talið fyri mai mánaða sum heild var heilt niðri á 72 prosentum, har Mærsk Line kundi fegnast um fyrstaplássið og APL kundi fegnast um at koma á 2. pláss.

 

Kelda: Maritimedanmark