* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line bøtir munandi um stundvísið

Eftir eitt vánaligt 2017, har Maersk Line mált í stundvísi í 3. ársfjórðingi var fallið niður á eitt 13. pláss millum heimsins størstu bingjureiðarí, gongur nú rætta vegin. Í yvirlitinum hjá Seaintel fyri oktober liggur Maersk Line nú á einum fjórðaplássi.
Í uppgerðini fyri oktober verður Maersk Line skrásett fyri eitt stundvísi upp á góð 80 pst., sum er munandi betri enn 3. ársfjórðing, tástundvísið sambært Seaintel bert lá á 74,3 pst.

Vánaliga plaseringin í 3. ársfjórðingi var í stóran mun ein avleiðing av hackaraálopinum, sum síðst í juni legði stóran part av KT-skipanunum hjá fyritøkuni lamnan í fleiri vikur.

Í yvirlitinum fyri oktober kemur HMM inn á eitt 1. pláss við einum stundvísi upp á sløk 83 pst. við Maersk-uppkeypta Hamburg Süd á 2. plássi og MSC á 3. plássi.

Kelda: Maritimedanmark.dk