* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line broytir Asia-Evropa netverk

Maersk Line broytir nú tænastur sínar millum Asia og Evropa við at bøta um stabilitetin á heimsins mest umfatandi Asia-Evropa netverki. Broytingarnar verða framdar til tess at lúka tørvin hjá kundunum fyri stabilum og effektivum tænastum og harvið veita teimum størri trygd fyri, at at teir fáa vørur sínar til avtalaðu tíð.

Trongsul í havnum og veðurlíkindi hava m.a. ávirkað stabilitetin á Asia-Evropa rutunum. Við broytingunum ætlar Maersk Line at taka hesar avbjóðingar upp við at írokna buffarar í siglingarætlanirnar, so tað verður lættari at taka hædd fyri seinkingum og harvið sleppa undan seinkingum í veitingini.

Nýggja netverkið fer at skerja talið á dupultum havnavitjanum og geva meiri buffaratíð í høvuðshavnunum. Samanlagt verða á Norðurevropa- og Miðjarðarhavsrutunum 17 havnavitjanir færri við at eitt eyka skip verður sett inn í netverkið.

Fyrsta fráferðin úr Asia til Evropa eftir umleggingina av netverkinum verður í maimánaða.

Kelda: Maersk Line