* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line endurnýggjar flotan - hevur 26 skip í gerð

Maersk Line hevur tilsamans 26 skip í gerð við einum samlaðum kapasiteti upp á uml. 370.000 TEU. 10 nýggj Tripple-E skip standa fyri meginpartinum av nýggja kapasitetinum.

Madrid Maersk, ið er fyrsta nýggja skipið, sum er latið Maersk Line síðani 2015 - og heimsins størsta bingjuskip, ið kann taka 20.568 TEU, er eisini tað fyrsta í eini røð av 11 nýggjum tripple-E skipum.

Hesi skipini eru m.a. sjey pst. effektivari enn fyrsta útgávan og ikki minni enn 35 pst. effektivari enn miðaltalið av skipunum, ið sigla millum Evropa og Asia, upplýsir Maersk Line.

Umframt tripple-E skipini hevur Maersk Line níggju 15,226 TEU og sjey 3,596 TEU bingjuskip í gerð. Hetta svarar samanlagt til 11 pst. av verandi flotanum hjá Maersk Line.

Kinesiska Cosco hevur tó flest nýbygningar á skránni. Sambært Alphaliner hevur felagið 32 skip í gerð við einum samlaðum kapasiteti upp á útivið 534.000 TEU. Hetta svarar til stívliga 30 pst. av verandi flotanum hjá Cosco.

Hinvegin eru harðastu kappingarneytarnir, máldir í kapasiteti, MSC og CMA CGM, meiri afturhaldandi við bíleggingum upp á ávikavist 5,9 pst og 9,2 pst. av teirra verandi flota.

Longri niðri á listanum yvir størstu bingjureiðaríini er innkeypshugurin stórur. Tildømis hevur Evergreen Line bílagt nýggja tonnasju svarandi til 29 pst. av sínum flota, meðan NYK Line liggur á 23 pst og OOCL á 19 pct.

Nýggja keypið hjá Maersk Line, Hamburg Süd, hevur eitt hóvligt tal av bíleggingum upp á átta skip, svarandi til 5,5 pst. av kapasitetinum hjá reiðarínum.

Maersk Line hevur í løtuni eitt lutfalsliga høgt tal av skipum í stutttíðar-chartri, so kapasiteturin skjótt kann tillagast, so hvørt sum tey nýggju skipini koma í flotan.

Ætlanir eru tó eisini um at selja eitt ávíst tal av eldri og minni effektivum skipum sum gamalt jarn. Higartil í ár hevur Maersk Line sloppið sær av við sjey Panamax-skip.

Kelda: Maersk Line/maritimedanmark.dk