* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line ikki serliga álítandi

Heimsins størsta bingjureiðarí er ikki heimsins mest álítandi, tá tað kemur til evnini at sigla stundisliga. Langt frá. Seinasta uppgerðin hjá Seaintel vísir, at reiðaríið nú er dottið niður á 9. plássið millum heimsins 18 størstu bingjureiðarí.

Maersk Line fejler på punktlighed

Fyri tveimum árum síðani var Maersk Line í besta fjórðinginum í stundvísi millum størstu bingjureiðaríini í heiminum við einum álitssemi upp á 82 prosent. Tá var málið at gerast upp aftur betri.

Men tað gongur skeiva vegin hjá reiðarínum, sum nú liggur í miðjuni á listanum.

Sum heild er álitssemi fallið munandi hjá øllum reiðaríum samanborið við somu tíð í fjør. Fyrstaplássið á listanum fekk Wan Hai Lines nú við einum álitssemi upp á bert 79,7 pst. 

A.P. Møller - Maersk kann tó fegnast um, at nýkeypta Hamburg Süd framvegis liggur heilt uppi á 2. plássi.

Kelda: JOC & Seaintel