* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line og Akzo Nobel eru farin undir samstarv um at lækka CO2-útlátið við 10 pst. fyri hvørja bingju. Samstarvið hevur trý yvirskipaði endamál sambært teimum báðum feløgunum, skriva tey í tíðindaskrivi.

Í fyrsta lagi er endamálið at skerja útlátini fyri hvørja avskipaða bingju við 10 pst

Harumframt ætla tey bæði feløgini í avtaluni at virka fyri at skapa - sum tikið verður til - "gjøgnumskygni um burðardygg best practices" í veitingarketuni.

Loksins er endamálið at integrera burðardygd í samskiftinum millum kundar og útbjóðara.

"Hetta burðardygdar-partalagið við Akzo Nobel er eitt týdningarmikið stig ímóti felags kørmum um saman at bøta um gjøgnumskygnið í supplychain og burðardygdina í okkara ídnaðum," sigur Annette Stube, ið er stjóri fyri burðardygd í Maersk Transport and Logistics.

Kelda: shippingwatch.dk