* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line linkar bjartskygnið

Lækkandi flutningsgjøldini fáa nú stjóran hjá Maersk Line í landsynningspartinum av Asia at seta spurnartekin við haldførið í batanum í heimshandlinum, sum hevur verið seinastu tíðina, skrivar Bloomberg.

Tað eru tíggju-ára langir trupulleikar við ovurkapasiteti, sum hava sligið ígjøgnum í 3. ársfjórðingi við lækkandi gjøldum, heldur Steve Felder, sum er stjóri í Maersk Line í landsynningspartinum av Asia sambært Bloomberg.

“Vit eru farin at síggja lummar við einum minkandi trýsti,” segði Maersk-stjórin í samrøðu í síðstu viku. 

Hóast støðið á bíleggingum av nýggjum skipum upp á 13,5 pst. ikki verður hildið at vera høgt, kann tað kortini elva til trupulleikar.

“Tá flutningsgjøldini í stóran mun verða ásett við grundarlagi í javnvágini millum útboð og eftirspurning, verða tey verandi skroypilig,” segði hann.

Vinnuligi stjórin í Maersk Line, Vincent Clerc, metti tó í eini longri samrøðu við Bloomberg News í síðstu viku grundleggjandi parametrini í bingju-shipping vinnuni sum góð og var bjartskygdur um útlitini um gongdina í flutningsgjøldunum í 2018.

Kelda: Bloomberg/maritimedanmark.dk