* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line rýmir úr Qatar

Maersk Line hevur steðgað góðsflutninginum millum Qatar og fleiri arabisk lond. Tað skrivar TradeWinds.

Reiðaríið væntar at hava funnið eina Ioysn í dag, sum tryggjar góðsflutningin á annan hátt.

Fleiri havnir í Saudi Arabia, Egyptalandi umframt Bahrain og Sameindu Emiratunum sýta fyri at taka ímóti skipum á veg til ella úr Qatar, íroknað umskipingar. 

Sambært TradeWinds er skipum undir Qatar-flaggi hinvegin ikki sýtt atgongd umvegis Suezveitina.

Tey fýra arabisku londini hava kvett alt samband við Qatar sum mótmæli ímóti, at landið stuðlar yvirgangsfelagsskapum. Qatar vísir skuldsetingunum aftur.

Kelda: TradeWinds