* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line selur brasilskt reiðarí eftir Hamburg-handil

CMA CGM hevur nú yvirtikið brasilska cabotage- og feederreiðaríið Mercosul Line frá Maersk Line. Tað upplýsir Maersk Line í tíðindaskrivi.

Sølan varð almannakunngjørd 13. juni 2017, men var treytað av lutvíst keypinum hjá Maersk Line av Hamburg Süd, lutvíst góðkenning frá brasilsku kappingarmyndugleikunum. Báðar treytirnar eru nú loknar.

Maersk Line selur Mercosul, tí tað við keypinum av Hamburg Süd eisini yvirtekur brasilska reiðaríið Alianca. Kappingarmyndugleikarnir í Brasilia høvdu ikki góðtikið, at Maersk Line átti bæði brasilsku reiðaríini.

Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa prísin.

Kelda: soefart.dk