* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line sendir skip til upphøggingar

Danska reiðaríið Maersk Line fyrireikar seg til at senda tað 2.902 TEU stóra Maersk Pembroke, ið er bygt í 1998, til upphøggingar. Maersk Pembroke varð rakt av eldi út fyri írsku strondini í august mánaða. Eftir hendingina varð skipið sleipað til Rotterdam til kanningar.

Ein talsmaður fyri Maersk Line sigur sambært TradeWinds, at felagið søkir um øll neyðug loyvi frá viðkomandi myndugleikum í sambandi við umhugsaðu upphøggingina av Pembroke.

Skipsmeklarar hava í hesi vikuni róð upp undir, at ein avtala er á veg við eina turkiska upphøggingarfyritøku, sum ætlandi fer at geva Maersk Line 3,7 miljónir USD.

Eldurin kyknaði mánadagin 22. august í maskinrúminum á hollendskt flaggaða bingjuskipinum 125 fjórðingar í útsynning úr Írlandi. Maersk Pembroke var á veg til Montreal í Kanada, tá eldurin kyknaði. Ongin av manningini fekk skaða.

Kelda: TradeWinds/maritimedanmark.dk