* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line situr nú tungt á Latínamerika

Eftir keypið av Hamburg Süd situr Maersk Line nú upp aftur tyngri á Latínamerika við einum samanløgdum kapasiteti upp á 33 pst., skrivar Alphaliner í seinastu vikufrágreiðing síni. Norður-suður ruturnar stóðu í 3. ársfjórðingi fyri 49 pst. av samlaðu flutningsnøgdini hjá Maersk Line.

Hamburg Süd hevur Suðuramerika sum sín týdningarmesta marknað, og 75 pst. av kapasiteti teirra snýr seg um flutning til og úr heimspartinum. Hetta merkir, at Maersk Line hevur útlit til at seta seg upp aftur tyngri á Norður-Suður ruturnar, skrivar Alphaliner.

Norður-Suður ruturnar stóðu fyri 49 pst. av samlaða flutninginum hjá Maersk upp á 5,26 mió. TEU í 3. ársfjórðingi 2017. Tá Hamburg Süd verður tikið við, fer hetta talið sambært Alphaliner at hækka til 55 pst. samanborið við 31 pst. á Eystur-Vestur rutunum og 14 pst. á intra-regionalu rutunum.

“Við hørðu kappingini á Eystur-Vestur rutunum og útlitunum til stóru nøgdina av nýggjum kapasiteti, sum kemur aftrat næstu tvey árini, kann skiftið hjá Maersk til Norður-Suður ruturnar, sum verður hildið at hava vaksandi vakstrarmøguleikar, vísa seg at vera rættiliga væl timað,” skrivar Splash.

Kelda: Splash