* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Line sparir 100 mió. kr. í Suez-veitini

Suezveitin verður í løtuni víðkað á eini leið upp á 72 kilometrar, so skipini kunnu sigla framvið hvør øðrum báðar vegir á hesi leiðini. Hetta fer at hava við sær, at Maersk Line á sínum umleið 1400 árligu ferðum gjøgnum veitina kann spara 100 miljónir krónur um árið. Samstundis verður siglingartíðin gjøgnum veitina stytt við í miðal fýra tímum. 

”Í stóru myndini ljóðar tað kanska ikki av so nógvum við sparingum upp á millum 10.000 og 16.000 dollarum fyri hvørt skipið, men í veruleikanum hevur hetta stóran týdning, tí í okkara ídnaði arbeiða vit í einum rættuliga trongum rásarúmi”, sigur Keith Martin Urup Svendsen, varastjóri í Maersk Line. 

Verkætlanin fevnir um eina nýggja veit upp á 35 kilometrar, meðan 37 kilometrar av verandi veit verða víðkaðir. Harumframt skulu seks tunlar binda árabakkarnar eystaru og vestarumegin saman. Í dag er tað soleiðis, at skipini kunnu fara framvið hvør øðrum fýra staðni á tí 190 kilometrar langa strekkinum úr Port Said við Miðjarahavið til Suez á  Reyðahavsstrondini. Tilsamans kunnu skip fara framvið hvør øðrum á 80 kilometrum av strekkinum. 

Maersk Line, sum er størsti kundi hjá Suezveitini, roknar tó ikki fyribils við at senda fleiri skip gjøgnum veitina eftir víðkanina. 

”Tað veldst um nøgdina av bingjum, ið skulu flytast millum heimspartarnar, og minni um eina víðkan av veitini”, sigur Keith Martin Urup Svendsen. 

Kelda: Dagbladet Børsen