* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mærsk Line vendir aftur til gamalt snið

Við loddrøttum stevni letur Mærsk smíða 7 skip at sigla í Eystursjónum. Við nýggju skipunum verður farið aftur til eitt snið, sum varð slept fyri 50 árum síðani.

 

Tað mest sermerkta við “Vistula Mærsk” er loddrætta stevnið. Tað eru serfrøðingar á einum máli um.

 

Ola Graa Jakobsen, head of fleet technology hjá Mærsk, peikar á modellið av skipinum “Gudrun Maersk”, sum hongur á vegginum í fyrisitingarbygninginum hjá A. P. Møller á Esplanaden í Keypmannahavn.

 

- Skipið varð smíðað í 1936 á Odense Stálskipasmiðju, og er júst sermerkt við loddrætta stevninum. Og nú verður farið aftur til hetta sniðið, sigur Ola Graa Jakobsen.

 

Fyrsta ísklassaða skipið í røðini, Vistula Maersk, er longu farið í sigling, og var í farnu viku í St. Pætursborg í Russlandi. Næsta skipið í røðini, Volga Maersk, fer í sigling fyrsta dagin. Síðani fara fimm sama slag skip av bakkastokki: Vayenga Maersk, Venta Maersk, Vuoksi Maersk, Vilnia Maersk og eitt fimta, sum ongin veit navnið á enn.

 

Skipini eru serliga smíðað at tola sigling í Norðsjónum og í Eystursjónum.

 

Kelda: Seago Line og Søfart