* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Pear er annað skipið, sum hevur fingið longt sáttmálan við amerikonsku sjóverjuna.

Maersk longir sáttmálar við amerikanska herin

Dóttirfelagið hjá A.P. Møller, US Marine Management í USA, heldur fram við góða samstarvinum við amerikonsku sjóverjuna. Felagið, sum heldur til í Norfolk, Virginia, hevur júst longt tveir sáttmálar, sum vilja geva felagnum eina inntøku upp á 45,2 milliónir dollarar í 12 mánaðir.

 

Hetta eru fyrstu av eittárasáttmálunum, sum verða longdir. Um tað sama hyendir við hinum sáttmálunum, fer arbeiðið at vara heilt til byrjanina av 2022.

 

Sáttmálin snýr seg um flutning av oljuframleiðslum til Operation Deep Freeze, sum er kotunavnið á einari røð av amerikonskum arbeiðum í Antarktis við tangabátinum, Jones Act, sum siglir undir amerikonskum flaggi, á odda.

 

Kelda: Maritime Danmark