* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fjórða skipið í eini røð upp á seks, varð í gjár latið eigarunum.

Mærsk Minder latin eigarunum

Kleven skipasmiðjan í Ulsteinsvik lat í gjár eigarunum nýggja akkersskipið, Mærsk Minder.

 

Mærsk Minder, sum hevur bygginummar 385, er hin fjórði í Starfish-røðini upp á seks skip, sum Kleven skipasmiðjan smíðar fyri Mærsk.

 

Salt Ship Design hevur sniðgivið skipini, sum skulu arbeiða í serliga djúpum havøkjum aftrat vanligum akkersuppgávum. Skipini eru eisini útgjørd at verða við í arbeium, tá frálandsútgerð verður stongd niður og afturlatin.

 

Dópsdagin hjá Mærsk Minder fór sætta skipið í røðini av bakkastokki. Í løtuni er skipasmiðjan í ferð við at gera fimta skipið liðugt. Tað verður væntandi latið eigarunum seinni í ár.

 

Kelda: Skipsrevyen