* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk og BMW fara at menna reint brennievni

Maersk fer saman við einari røð av framstandandi merkjum at menna brennievni, sum byggir á alkohol. Millum tey, sum vera við, verða BMW og Wallenius Wilhelmsen, H&M Group og Levi Strauss & Co.

 

Maersk peikaði herfyri út trý sløg av brennievnum, sum samtakið sær sum skipsbrennievni fyri at beina burtur útlátið av vakstrarhúsgassum. Alkohol var eitt teirra, og tann møguleikin verður nú kannaður nærri í nýggja “Leo-samtakinum”. Neyvari sagt skal skipsbrennievnið mennast við ethanoli og træevni, sum ber heitið lignin.

 

“Farmavinnan hevur tørv á skræddaraseymaðum loysnum við lágum CO2-innihaldi, sum kann takast av starvsstovuni til altjóða skipaflotan. Tiltøk, sum Leo-Coalition, er ein týdningarmikil katalysatur í hesum høpinum," sigur Søren Toft, COO í A.P. Møller – Maersk.

 

Keypmannahavnar Universitet er í løtuni i ferð við starvsstovuroyndir við møguligum brennievnum.

 

Kelda: Maersk/Maritime Danmark