* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk og Torm gevast við at samstarva

Maersk Tankers og Torm enda 13-ára samstarv teirra á LR2-økinum fyri sjálv at hava umsjón við tangaskipaflotum sínum. LR2 Pool joint venture samstarv teirra endar 1. oktober. Grikska felagið Sanmar Shipping fer eisini burtur úr samstarvinum.

Maersk og Torm dropper samarbejde

”Sum ein partur av strategiini hjá Maersk Tankers um burturav at leggja dent á produktmarknaðirnar, ynskja vit at hava fulla umsjón við íløgum okkara í teimum segmentum, vit eru uppi í ”, sigur Christian Ingerslev, CCO í Maersk Tankers.

”LR2-floti okkara er tann einasti, sum vit ikki hava fulla vinnuliga umsjón við, og tí flyta vit alt LR2 virksemi okkara yvir aftur í Maersk Tankers set-up. Vit eru takksom fyri tætta samstarvið, vit hava havt við Torm í meira enn eitt áratíggju”, sigur Christian Ingerslev.

Kelda: TradeWinds