* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

A.P. Møller – Mærsk fer í eitt langtíðar samstarv um flutning frá veitarum hjá Vestas til virkir og goymslur hjá Vestas. Samstarvið fevnir eisini um loftvegis flutning, men ikki um flutning eftir vegunum, sum altso ikki er bingjuflutningur.

 

- Vit vilja hava eitt burðardygt, sterkt og væl skipað veitingarlið, og við at samstarva við eitt av heimsins leiðandi feløgum sum Mærsk, styrkja vit okkara veitingarlið, og vit økja møguleikan at betra um burðardygdina, sigur Tommy Rahbek Nielsen, Chief Operating Officer, hjá Vestas.

 

Í einum tíðindabrævi sigur Vestas, at verandi samstarv við DSV heldur fram, serliga við kikaranum á flutning, sum ikki er bingjuflutningur. Tað merkir, sigur Vestas, at felagið umframt strategiska samstarvið við Mærsk, framvegis fer at arbeiða tætt saman við DSV og nógvum øðrum samstarvsfeløgum innan onnur flutningsøki.

 

Kortini snýr hetta so um, at Maersk í veruleikanum í stóran mun tekur marknaðarpart frá DSV, og tað er Maersk eisini væl nøgt við.

 

Samstarvið millum A.P. Møller – Mærsk og Vestas byrjar 1. januar 2022.

 

Kelda: Maritimedanmark