* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Oil meldað fyri brot á havumhvørvislógina

Danska umhvørvisstýrið hevur í dag meldað Maersk Oil til løgregluna fyri brot á havumhvørvislógina í sambandi við oljuútvinningina í Norðsjónum. Maersk Oil upplýsir í telduposti til Maritime Danmark, at felagið ongar viðmerkingar hevur til málið, meðan løgreglan kannar málið.

Maersk Oil hevur í fleiri førum í stríð við havumhvørvislógina útleitt sokallað "reyð" kemikaliur í sambandi við oljuútvinningina í Norðsjónum. Tí hava donsku umhvørvismyndugleikarnir nú gjørt av at melda Maersk Oil til løgregluna, skrivar Miljøstyrelsen í tíðindaskrivi.

Maersk Oil skrivar í telduposti til Maritime Danmark, at “Umhvørvisstýrið hevur greitt Maersk Oil frá, at stýrið hevur gjørt av at biðja løgregluna um at kanna útlátið hjá Maersk Oil av ávísum kemikalium, sum eru brúkt í sambandi við oljuútvinning í danska partinum av Norðsjónum. Avgerðin er grundað á egnu frágreiðingarnar hjá Maersk Oil til stýrið umframt seinastu frágreiðingina hjá Maersk Oil til umhvørvisstýrið 7. august 2017.”

"Maersk Oil er til taks hjá myndugleikunum í sambandi við løgreglukanningina. Maersk Oil hevur ikki fleiri viðmerkingar, meðan løgreglan kannar málið," stendur í stutta teldupostinum til Maritime Danmark frá kunningardeildini hjá Maersk Oil.

Kelda: maritimedanmark.dk