* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Oil nær við at fáa sáttmála í Iran

Maersk Oil er kanska á veg til at fáa sáttmála við iranska Pars Oil and Gas Company um útvinning av South Pars oljuøkinum, skrivar iranska tíðindastovan Shana. Nýggi eigarin av Maersk Oil, Total, kann harvið síggja fram til ein skjótan vinning av keypinum.

Iranska oljufelagið hevur verið í samráðingum við fleiri feløg, men samrøðurnar við Maersk Oil hava víst góð framstig, og væntandi verður sáttmáli undirskrivaður “næstu mánaðirnar”, skrivar tíðindastovan.

Maersk Oil er í eini tilgongd at verða yvirtikið av Total eftir handilin fyrr í ár, men hetta elvir ikki til nakran trupulleika í sambandi við ein sáttmála, upplýsir stjórin í Pars Oil, Mohammad Meshkinfam:

“Vit taka neyðugu fyrivarnini í sambandi við samanleggingina, men semjast vit um teknisku og fíggjarligu viðurskiftini, verður hetta ikki nakar trupulleiki,” sigur hann sambært Shana.

Hann væntar, at sáttmálin kann undirskrivast innan endan av iranska kalendaraárinum, 20. mars.

South Pars oljuøkið í Persiska Flógvanum er granni hjá Al Shaheen-økinum hjá Quatar, sum Maersk Oil var fyristøðufelag fyri í 25 ár, áðrenn tey mistu sáttmálan til nýggja eigaran, franska Total S.A.

Kelda: Shana/maritimedanmark.dk