* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk: Øll skulu leggja trýst á Alang

Maersk roynir at fáa undirtøku frá øðrum reiðaríum til at leggja trýst á upphøggingarstaðið Alang í India, so bøtast kann um umhvørvið og arbeiðsviðurskiftini har. 

Funnist hevur verið at Maersk fyri at brúka umstríddu upphøggingarstøðini í Alang umráðnum í India, men sigur sjálvt, at tey seinastu mánaðirnar hava víst, at møguleiki í roynd og veru er fyri at bøta um umstøðurnar á upphøggingarstøðunum. 

Maersk sendi í fjør tvey skip til Shree Ram til upphøggingar og ætlar at senda fýra skip aftrat hagar, men bíðar í løtuni eftir, at nøkur av støðunum koma á positiva listan hjá ES yvir umhvørvisgóðkend upphøggingarstøð.

Samstundis hevur Maersk heitt á onnur reiðarí um saman við Maersk at leggja trýst á Alang upphøggingarstøðini fyri at fáa tey at hækka umhvørvis-, trygdar- og sosialu viðurskifti síni, men uttan úrslit.

“Fyri at vera púra ærligur, so vænti eg ikki, at upphitaða orðaskiftið hjálpir øðrum at stíga fram fyri at fáa loyst hesi viðurskifti,” sigur stjórin fyri Sustainability Strategy & Shared Value á flutningsdeildini hjá Maersk, John Kornerup Bang, við Fairplay.

Hann sigur við Fairplay, at Maersk hevur megnað at tryggja, at meðarbeiðararnir á Shree Ram upphøggingarstaðnum nú fáa minstuløn, sjúkratrygging og trygdarvenjing og mælir øðrum at krevja “sama høga støði, sum vit gera”. 

“Mál okkara er at fáa alt Alang-umráðið at taka við læru. Og vit trúgva, at hetta letur seg gera. Krevur marknaðurin hetta av Alang, so fer Alang at eftirlíka hesum,” sigur John Kornerup Bang.

Fyrsti listin hjá ES yvir umhvørvisgóðkend upphøggingarstøð umfataði onki stað uttanfyri Evropa. Hesum fanst European Shipowners´ Association (ECSA) harðliga at. Felagsskapurin mælti ES-nevndini til at taka upphøggingarstøðini í landsynningspartinum av Asia við á sín næsta lista. Hann verður tó neyvan almannakunngjørdur fyrrenn í summar.

Kelda: Fairplay/maritimedanmark.dk