* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk rakt av verkføllum í Fraklandi

Uppskotið hjá Macron um pensjónsnýskipanir hava rakat nú raksturin hjá A.P.Møller-Maersk í Fraklandi. Orsøkin eru verkføll móti pensjónsnýskipanar-uppskotinum. Tað skrivar heimasíðan hjá reiðarínum.

 

- Verandi verkføll um alt landi ávirka øll sløg av flutningi, eisini “Ocean- og landservices” hjá Maersk, verður sagt.

 

- Ein avleiðing er, at stórur partur av netverkinum bæði í Norður- og Suðurfraklandi verður órógvað. Royndir at samráðast og mekla í ávísum støðum eru miseydnaðar, og tískil vænta vit uppaftur fleiri seinkingar og meira órógv, sigur A.P Møller-Maersk á heimasíðuni.

 

Víst verður á, at í Le Havre, sum er týdningarmesta havnin hjá reiðarínum í Norðurfraklandi, hevur verkfall verið síðani miðskeiðis í farnu viku.

 

Boðað verður eisini frá, at fleiri sleipibátar fara í verkfall.

 

Tískil hevur danska reiðaríið lagt fleiri rutir um hjá fleiri skipum, og siglt verður ikki uppá Le Havre, men til Antwerpen í Belgia fyribils.

 

Kelda: Shippingwatch / A.P.Møller-Maersk / ritzau finans