* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mærsk selur partar av havnum í Norðurevropa

Sambært Berlingske kannar Mærsk møguleikan fyri at selja út av APM Terminals í Norðurevropa.

Mærsk er í fullari ferð við útsølu í orkudeild síni, meðan flutningsdeildin skal verða ryggurin í framtíðini.

Sambært Berlingske hevur APM Terminals sett fleiri havnir til sølu. Eftir øllum at døma snýr tað seg um havnir í Norðurevropa.

- Teir ætla at selja partar av nøkrum av havnunum. Tað snýr seg um at frígeva nakrar pengar, og miðað verður eftir at fáa eina góða miljard krónur í kassan fyri søluna, sigur ein kelda við kunnleika til søluætlanirnar, sambært Berlingske Business

Upplýsingarnar eru sambært blaðnum váttaðar av fleiri øðrum keldum, meðan APM Terminals ikki vil úttala seg um ætlanirnar.

- Tað er vanligt í strategiini hjá APM Terminals allatíðina at hyggja at og økja alheims virksemið, eins og vit allatíðina kanna nýggjar íløgumøguleikar. Men politikkur okkara er ikki at gera viðmerkingar til marknaðargitingar og spekulasjónir, skrivar Tom Boyd, tíðindatalsmaður í APM Terminals í einum telduposti til Berlingske, sum ikki hevur kunnað fingið upplýst nágreiniliga, hvørjar havnir talan er um.

Men av tí at danskir íløgubankar hava verið uppi í uppgávuni, bendir alt á, at tað landafrøðiliga snýrs seg um havnir í Norðurevropa, skrivar blaðið.

Kelda: soefart.dk