* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mærsk setur í gildi krígsviðbót

Hendingarnar kring Hormuzsundið, har fleiri atsóknir eru framdar móti tangaskipum, fær nú Mærsk at seta í gildi serliga krígsviðbót uppá bingjufarm inn og út av Arabiska flógvanum.

 

Fleiri onnur reiðarí hava eisini sett líknandi viðbøtur í gildi, men Mærsk og Hapaq-Lloyd gera mest av við einari viðbót uppá 42 dollarar fyri 1 TEU. Til samanberingar tekur MSC 40 dollarar fyri 1 TEU, meðan CMA CGM tekur 36 dollarar fyri 1 TEU.

 

Herverkini í økinum hava higartil bara rakt tangaskip, sum hava ligið fyri akker nærindis Fujairah-havnini í Sameindu Arabisku Emiratunum.

 

USA heldur uppá, at landið kann prógvia, at tað er Iran, sum hevur framt atgerðirnar. Iran vísir øllum skuldsdtingum aftur.

 

Kelda: Søfart/Splash