* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hoegh Osaka.

Maersk skip millum lasarageisluoffur

US Coast Guard ávarar skip ímóti lasarageislum, tí fleiri skip seinasta mánaðin eru rakt av lasarageislum í Chesapeake Bay, teirra millum Maersk Kolkata. Bara mikudagin 3. mai vórðu trý handilsskip og ein loðsbátur rakt av lasarageislum, eftir tríggjar aðrar fráboðanir um sama fyribrigdi síðani 7. apríl.

”Lasaraljós og aðrar sterkar ljóskeldur kunnu vera til vanda fyri navigatión. Mest sannlíka hugsaða støðan er, at lasarin bindur ella órógvar ein loðs og forðar honum í at síggja eitt minni far. Úrslitið kann verða samanstoytur ella onkur onnur álvarsom hending í siglingarrennuni”, sigur Trish Elliston í USCG’s Sector Maryland-National Capitol Region.

Myndugleikarnir taka hendingarnar í álvara og kanna saman við almennu og lokalu myndugleikunum umframt Chesapeake Bay Pilots málini. USA hevur eina lasaratrygdarlóg, ið ger tað ólógligt at brúka lasarar ímóti skipum. 

Sambært lógini er kann ein fáa upp til 10 ára fongsul og bøtur upp til 2.500 USD fyri at brúka ein lasara ímóti einum persóni, ið stýrir einum skipivligt. 

Skipini, ið vóru fyri lasaraálopi í síðstu viku vóru bilflutningsskipið Salome hjá Wallenius Lines, 176.000 DWT stóra farmaskipið Bulk hjá C Transport Maritime og 76.100 DWT stóra farmaskipið AM Annaba hjá ArcelorMittal Shipping.

Mánadagin 1. mai varð bilflutningsskipið Hoegh Osaka rakt av einum lasara.

Dagin fyri var ferðamannaskipið Carnival Prida hjá Carnival Cruise Lines málið fyri lasarageisluálopi.

Fyrst í apríl varð 6,640-TEU stóra bingjuskipið Maersk Kolkata hjá Maersk Line rakt.

Sambært amerikonsku vaktar- og bjargingartænastuni hava skipini í øllum tilburðunum fráboðað ett javnt og sterkt lasaraljós, sum var pínufult fyri eyguni. Álopini hendu í umráðnum millum Drum Point og Cove Point í Maryland.

Kelda: TradeWinds