* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk skip setir nýtt heimsmet


Tað 366 metrar langa bingjuskipið Evora Maersk kann saman við APM Terminals í Los Angeles Havn reypa av at hava sett nýtt heimsmet, tá skipið fer úr mest vitjaðu havnini í  USA.

Bingjuskipið kann lasta 13.092 TEU, og tá tað fer úr aftur havnini, hevur tað lossað og lastað tilsamans 24.846 TEU. Skipið er altso í praksis at kalla vorðið tømt fyri bingjur, áðrenn tað er fylt upp aftur.

Og 24.846 TEU er heimsmet fyri eitt einstakt skip undir einari havnarvitjan,upplýsir Port of Los Angeles í einum tweeti.

Arbeiðið varð gjørt av nýggju kranunum hjá APM Terminals, sum sambært Port of Los Angeles eru teir hægstu í USA.,

Kelda: Port of LA