
Mærsk sleppur undan rættarsókn
Almenni ákærin við dómstólin í Brest (Tribunal de Brest) hevur víst aftur áheitanunum um at rættarsøkja Mærsk fyri at hava dumpað avfall í havið eftir tvískipbrotið í desember útfyri fronsku strondini.
Mærsk-frálandsskipini ’Mærsk Searcher’ og ’Mærsk Shipper’ sukku út fyri Brest í Fraklandi undir sleiping til upphøggingar í Turkalandi 22. desember í fjør.
Fleiri fronsk umhvørvisverndarfeløg hava heitt á ákæran við dómstólin í Brest um at reisa ákæru ímóti Mærsk fyri dálking í sambandi við tvískipbrotið, men ákærin hevur nú gjørt av ikki at eftirlíka áheitanum.
Kelda: soefart.dk